Vøruúrvæl

​​

Tilfar

Allar okkara húgvur verða seymaðar av bumullstoyi. Hetta ger, at húgvurnar eru bleytar og góðar at vera í. 

Húgvurnar kunnu vaskast í vaskimaskin, tó helst ikki heitari enn 40 gr, um tær skulu halda pasformin. Best er, um húgvurnar verða vaskaðar á ranguni. 

Eisini kunnu húgvurnar turkast í turkitrumlu. 

Vit hava nógv ymisk sløg av tilfari til nøvn á húgvur.
Her kann m.a. nevnast einslitt-, glimmur- og sjálvlýsandi folie.

Húgvurnar kosta 150 kr, tó kosta húgvur, har navnið er við glimmurbóstavum og sjálvlýsandi folie 175 kr.

Soleiðis gert tú

1

Upplýs aldur

2

Vel tilfar

3

Upplýs navn, staðseting, lit og skrift

4

Húgvan er liðug